Í kvøld verða teir returdystir í 1/8 finalunum í Champins League. Manchester United er á vitjan hjá Paris Saint-Germain, meðan FC Porto fær vitjan av AS Roma.
Manchester United er uttan tíggju spælarar til dystin í kvøld. Teir eru Paul Pogba, Phil Jones, Jesse Lingard, Nemanja Matic, Ander Herrera, Juan Mata, Antonio Valencia, Matteo Darmian, Anthony Martial og Alexis Sanchez.
Tí hevur Ole Gunnar Solskjær millum annað innkallað fimm heilt ungar spælarar til hópin. Teir eru Mason Greenwood (17 ár), Tahith Chong (19), Angel Gomes (18) og James Garner (17). Hóast tað, so vil Ole Gunnar Solskjær ikki leggja kongin, hóast PSG vann fyrra dystin 2-0 á Old Trafford í Manchester.
- Hetta er ikki ógjørligt, men torført. Fáa vit fyrsta málið, so kann alt henda, tí mál broyta dystir. Vit hava vunnið á útivølli móti Arsenal, Tottenham og Chelsea. Tað ger at eg trúgvi upp á, at vit kunnu, sigur Ole Gunnar Solskjær á tíðindafundi undan dystinum.
Edinson Cavani verður møguliga við, eftir at hava sitið uttanfyri við skaða í fyrru uppgerðini. Venjarin hjá PSG, Tomas Tuchel, sigur at Edinson Cavani hevur vant við, men at hann verður testaður undan dystinum í kvøld. Neymar Jr er framvegis langtíðarskaddur.
Porto skal vinna
FC Porto skal vinna á AS Roma, eftir at italska høvðusstaðarliðið vann fyrru uppgerðina á heimavølli 2-1. Venjarin hjá FC Porto, Sergio Conceicao, sigur undan dystinum, at lykilin er at verða tolin, tí álopið hjá AS Roma er avbera gott.
Fyri FC Porto kemur tað væl við, at Moussa Marega er tøkur aftur. Hann hevur skotið fimm mál í hesi kappingini í ár. Hinvegin er hin áleyparin hjá Porto, Vincent Aboubakar, framvegis uttanfyri. AS Roma hevur Kostas Manolas tøkan aftur, meðan Cengiz Under er langtíðarskaddur.
Champions League 1/8:
FC Porto (1) – (2) AS Roma (20.00)
PSG (2) – (0) Manchester United (20.00)
Í gjár:
Real Madrid – Ajax 1-4 (0-2)
0-1 Hakim Ziyech, 7
0-2 David Neres, 18
0-3 Dusan Tadic, 62
1-3 Marco Asensio, 70
1-4 Lasse Schöne, 72
Ajax vinnur samanlagt 5-3
Borussia Dortmund – Tottenham 0-1 (0-0)
0-1 Harry Kane, 49
Tottenham vinnur samanlagt 4-0