United er í finaluni

Manchester United hevur vunnið seg í Champions League finaluna, sum verður spæld á olympiska leikvøllinum í Rom, mikukvøldið 27. mai.

 

Manchester United vann ein tryggan 3-1 sigur á Arsenal í kvøld á Emirates Leikvøllinum í London. United vann fyrru hálvfinaluna 1-0, og vann sostatt ein samanlagdan 4-1 sigur í hálvfinaluni.

 

Arsenal byrjaði annars sum eitt ódnarveður, men tá bert átta minuttir vóru farnir, gleið Arsenal-verjuspælarin, Kieran Gibbs, í brotsteiginum, og tað gav tí stríðsfýsna Ji Sung Park møguleikan at beina bóltin í málið til 1-0 til United.

 

Tríggjar minuttir seinni skoraði Christiano Ronaldo uppá eitt fríspark frá 36 metra fjarstøðu, og tá var mótbrekkan longu blivin sera tung hjá Arsenal. Verjan hjá United stóð væl, og hevði Arsenal tað sera torført við at bróta ígjøgnum verjuna hjá United.

 

Tá ein tími var farin skoraði Ronaldo, aftaná eina fríspæling frá Wayne Rooney. Talan var um eitt mynsturálop, har Ronaldo hevði runnið 70 metrar fyri at koma sær í eina fría støðu.

 

Darren Fletcher feldi Cesc Fabregas í brotsteiginum hjá United. Dómarin, Roberto Rosetti dømdi brotspark, og gav Fletcher tað reyða kortið. Fletcher fær sostatt ikki høvið at vera við í finaluni. Føroyskur dómari, sum sá dystin sigur, at dómarin handlaði rætt í hesi støðuni. Van Persie setti brotssparkið trygt í netið til 1-3.

 

Talan verður um ta fjórðu finaluna hjá Manchester United í Champions League. Tann fyrsta var í 1968, tann næsta var í 1999, og tann triðja var í 2008.