Samstarvið millum umboðsmannin hjá Raheem Sterling, Aidy Ward, og Liverpool FC tykist í løtuni at vera ísakalt.
Felagið hevur í longri tíð arbeitt við at fáa enska landsliðsleikaran at skriva undir nýggjan sáttmála við felagið, men leikarin hevur ferð eftir ferð takka nei til tilboðini frá felagnum.
Í gjár boðaði umboðsmaðurin hjá Raheem Sterling, Aidy Ward, frá, at enski landsliðsleikarin undir ongum umstøðum fór at skriva undir nýggjan sáttmála við felagið. Hetta fekk felagið at avlýsa ein fund, sum skuldi vera millum felagið og umboðsmannin í dag.
Leingi hevur verið væntað, at feløg sum Manchester City og Chelsea kundu hugsað sær spælaran, men nú skriva enskir miðlar sum The Times og Liverpool Echo, at fyrsta felagið, ið hevur sett seg í samband við Liverpool við einum fyrispurningi um at keypa spælaran, er Manchester United.
Boðini úr Liverpool eru tó greið: Spælarin er ikki til sølu, og als ikki til eitt felag í Onglandi.
Raheem Sterling hevur tvey ár eftir av sáttmálanum, sum gevur honum stívliga 370.000 krónur í løn um vikuna. Sambært enskum miðlum hevur Liverpool bjóða honum góða millión um vikuna, meðan umboðsmaðurin upprunaliga kravdi hálva aðru millión krónur, men nú als ikki er sinnaður at halda á við samráðingum.










