Fyri stuttum hevur Tottenham lagt rygg til 6-0 tap ímóti Manchester City og 5-0 tap ímóti Liverpool. Í kvøld kendist setningurin stórur á Old Trafford, men tað eydnaðist Tottenham at basa meistarunum, sum taptu 2-1. Úrslitið ber við sær, at Tottenham er á 6. plássi við 37 stigum, meðan Manchester United er á 7. plássi við 34 stigum.
Tíggju minuttir undan steðginum setti Adebayour hol á fyri Tottenham, og tað kendist vera avgerandi, tá ið danski Christian Eriksen miðskeiðis í 2. hálvleiki økti um leiðsluna. Men lítla løtu seinni minkaði Danny Welbeck um munin, og so var tað heilt spennandi. United trýsti øgiligt síðstu løtuna, uttan at tað eydnaðist at skora.
Sigurin er sjálvandi ógvuliga søtur hjá Tottenham og nýggja venjaranum Tim Sherwood, og tapið er beiskt hjá Manchester United og David Moyes, sum nú aftur eru ellivu stig frá Arsenal og oddasessinum.
Spurningurin er so, um tað er Tottenham og nýggi venjarin, sum við hesum avrikinum vístu, at liðið stendur seg betri ímóti teimum bestu, enn tað seinastu ferðirnar hevur megnað, ella um tað bara er ein veruleiki, at í løtuni eru meistararnir í Manchester United ikki í útgávu, sum skal til, um liðið skal standa seg í stríðnum um fremstu plássini. Hetta er fjórða ferðin í hesum kappingarárinum, at Manchester United einki hevur fingið burturúr á heimavølli.