United drógu aftur Villa í FA Cup

United liðið hjá Sir Alex Ferguson, hevur fyri fjórðu ferð innan sjey ár drigið Aston Villa, í triðja umfari av FA Cup.

 

United, ið taptu finaluna í síðsta ár, hava vunnið allar hesar uppgerðirnar móti Aston Villa, í ávíkavist 2002, 2004 og í 2007.

 

uppgerðin skal spælast 5 ella 6 januar á Villa Park.

 

Vinnararnar frá í fjør, Chelsea vórðu handaðir eina uppgerð á heimavølli móti QPR, meðan Liverpool, ið vann kappingina í 2006, skulu spæla á útivølli móti Nottingham Forest ella Luton.

 

Arsenal skulu ferðast til Burnley, meðan tvær aðrir All-Premier League dystir vera á skránni, tá Tottenham eru vertir fyri Reading og West Ham taka ímóti Manchester City.