Átta dystir í Champions League eru á skránni í kvøld, og í Danmark er áhugin stórur, nú Ronaldo, Rooney og allar hinar stjørnurnar hjá Manchester United koma á vitjan hjá Aalborg. Heldur óvæntað liggja bæði liðini jøvn við einum stigi hvør eftir fyrsta umfarið, og tí er stórt trýst á ensku meistarunum undan dystinum. Hinir dystirnir í kvøld eru Zenit-Real Madrid, Villarreal-Celtic, Fiorenta-Steaua, Bayern München-Lyon, Arsenal-Porto, Fenerbache-Dynamo Kiev, Borisov-Juventus.