Unilever flytir úr London áðrenn brexit

Unilever fer at flyta høvuðssætið úr Londum til Rotterdam. Men tað hevur einki við brexit at gera, sigur bretska stjórnin.

 

Unilever, sum er triðstørsta felag í Bretlandi, letur nú aftur høvuðsskrivstovuna í London. Í staðin skal Rotterdam hýsa almennu høvuðsskrivstovu felagsins.

 

Tað er ein stórur ósigur fyri Theresu May, forsætisráðharra, áðrenn Bretland fer úr ES.

 

Unilever, sum framleiðir nógvar matvørur, kundi í fjør verið selt til amerikanska felagið Kraft Heinz fyri 143 milliardir dollarar.

 

Men eigararni vístu keypstilboðið frá sær.

 

Í eini fráboðan frá móðirfelagnum í dag stendur, at felagið verður býtt upp í tríggjar eindir. Felagið grundgevur í fráboðanini ikki sína avgerð.

 

Vørur til persónliga røkt og vørur til heimið hava framvegis støð í London, men Rotterdam í Hollandi verður høvuðssæti fyri matvørur og drikkir.

 

Unilever skrivar, at tey 7.300 starvsfólkini í Bretlandi ikki var at merkja broytingarnar.

 

Sambært talsmanni fyri bretska vinnumálaráðið hevur avgerðin hjá Unilever einki við brexit at gera.

 

Men seinastu vikunar hava søgur dugliga gingið um, at Unilever fyrireikar seg til brexit.

 

Samráðingarnar við ES ganga illa, og uttan eina loysn endar tað við, at bretar vera uttan fyri innara marknaðin og tollsamgonguna.

 

Tað hevði gjørt tað truplari hjá Unilever at selt sínar vørur á evropiska marknaðinum.

 

/ritzau/Reuters