Unikkar økolampur

Í 80'unum vóru heimagjørdir lampuskermar hægsti móti. Og nú ”re-design” er in, kanst tú við góðari samvitsku liva teg aftur í tíðina.

Re-design er ultra feitt. Alt ber til at endurnýta: klæðir, innbúgv, smúkkur – og sjálvandi eisini lampuskermar. Ger tín heilt unikka lampuskerm, har einans hugflogið setur markið. Fyll heimð við smørtum og snøggum lampuskermum, ið tú sjálv hevur sniðgivið og sum eingin annar eigur líka
Tá ið tú fert undir at gera lampuskermar, er alt tilfar gull vert. Knappar, blondur, silkibond, prýði, perlur, skinn, gamlar skjúrtur ella kjólin hjá langommu.
Vit hava allierað okkum við Sigrun Summers Nolsøe úr Havn, sum er nógv góð hugskot um re-design.

Lagt til rættis: Ragnhild Dam og Sigrun Summers Nolsøe
Myndir: Álvur Haraldsen


Vit hava brúkt:
Stativ til lampuskermar, seymigreiðir, límpistól, fliseline, toy og gomul klæðir.

--

Vild light

Tilfar:
Stativ
Skinnkragi
Stríput skjúrta
Leopardtoy
Belti

Alt tilfarið er keypt í einum endurnýtsluhandli. Toyið er límað á fliseline og beltið er límað út yvir skinnið. Prísur umleið 120 krónur.

--

Reinur romantikkur

Tilfar:
Stativ
Gomul blondublusa
Gomul blómublusa
Perlukantur
Prismur

Seyma blondutoyið uttan á stativið og blómutoyið á innara partin. Líma perlukantin á og hong prismurnar framvið kantinum. Prísur umleið 80 krónur.

--

Kular Suzuki lampur

Tilfar:
Stativ
Leðurjakki

Klipp jakkan sundur, og seyma stykkini saman. Líma á fliseline og seyma alt á eitt rund stativ. Prísir umleið 200 krónur.

--

Reint retro

Tilfar:
Stativ
Dýnuvár

Til tann høga skermin hava vit límað toyið á fliseline og seymað tað á stativið.
Til minna skermin hava vit seymað toyið á stativið og prýtt við bondum og knappum. Prísir umleið 80 krónur.

--

Elskuligur skermur

Tilfar:
Stativ
Eitt gamalt toystykki
Prismur

Seyma toyið saman og líma tað á stativið. Pynta við prismum. Prísur umleið 80 krónur.

--