Uni verður við

Ósemjan í HB er nú loyst, og Uni Arge er aftur til reiðar at tørna út fyri barndómsfelagið

 

Semja


Gitingarnar um framtíðina hjá Una Arge hava verið nógvar seinastu báðar vikurnar. Eftir innanhýsis ósemju í HB var álopsmaðurin ikki við undanfarna vikuskiftið, og nógv varð gitt um, hvar hann nú fór at spæla. Slaturin ljóðaði um, at framtíðin var í Eysturoynni, har GÍ, NSÍ og B68 øll høvdu sýnt áhuga, men nú sigur áleyparin sjálvur, at hetta so verður av ongum.

- Vit hava tosað saman, og avgerðin er, at samstarvið heldur fram.

- Tú kanst siga, at hurðin varð klamsað aftur í eina viku, men nú verður hon latin upp aftur. Niðurstøðan er, at allir partar hava eitt felags mál, og tað er HB, sigur Uni Arge.

- Ósemjan stóðs av, at tá tað ikki gongur eftir vild, verða menn nakað heitir. Men tað hjálpir at tosa saman, sigur Uni at enda.

Hesi orð vórðu søgd hóskvøldið, og sostatt er líkt til, at Uni verður við í hópinum, tá HB sunnudagin skal royna seg móti B36. Talan verður tó bert um eina venjing undan dystinum hjá Una, og spurningurin er so, um hann verður millum teir fyrstu 11 hjá Ioan Geolgau, ella um hann í fyrstu atløgu má taka til takkar við einum plássi á beinkinum.