Uni til Norra at døma

Uni Gullfoss, sum rekur Kondittaríið í miðbýnum í Havn, er úttikin til at døma í eini norskari kapping fyri kokkar, sum verður í Ålesund í Norra tann 30. august, tá tólv av teimum bestu kokkunum í Norra skulu dystast um norska meistaraheitið í kokkalist í Ålesund.

Hvør fær norska meistaraheitið ”Norgesmester i Kokkekunst 2007” verður avdúkað á »Den Norske Matfestivalen«, sum verður í Ålesund frá 29. august til 2. september. Tað er Norges Kokkemesteres Landsforening ið skipar fyri kappingini, sum hevur verið síðan 1990.


Uni er 31 ára gamal og útbúgvin kokkur, hann hevur lært bæði í Danmark og í Føroyum. Hann var við til at stovna kokkafelagið í Føroyum, og í 2005 skipaði hann fyri eini ráðstevnu í Føroyum fyri kokkar í øllum Skandinavia. Í fjør var hann í Íslandi og dømdi í eina kokkakapping. Uni sigur, at hvørt ár verður eisini skipað fyri bæði EM og VM í kokkalist.


Norges Kokkemesteres Landsforening er ein áhugafelagsskapur við limum úr øllum landinum, sum arbeiðir til frama fyri menning av kokkafakinum. Norges Kokkemesteres Landsforening eru eisini limir í WACS (Worlds Association of Cooks Society), sum er ein heimsumfatandi felagsskapur fyri kokkar.