Uni tekur yvir fyri Niels

Niels Galán verður ikki dómari í GBOB, eins og áður kunngjørt. Men bólkafelagi hansara, Uni Árting, tekur við dómarastarvinum.


GBOB
 
Tá Global Battle Of The Bands fer av bakkastokki í kvøld, verður Niels Arge Galán ikki millum dómararnar, sum áður kunngjørt. Hann verður avloystur av einum sera vælegnaðum avloysara trummuleikaranum Una Árting, Hetta tryggjar, at dómarastøðið verður verandi eins høgt og áður.
Orsøkin til at Niels ber seg undan, og at Uni traðkar til, er at Niels hevur ein beiggja í bólkinum SIC, og hetta kundi elvt til gegnistrupuleikar. Hvørki Niels ella G! Music hevði hugsað um trupulleikan, tá Niels varð settur at døma, men báðir partar ásannaðu trupulleikan, tá teir vórðu gjørdir varugir við hann.
 
Týðandi við opinleika
Tað stuttliga í hesum máli er, at nógv kjak var um duldar dómarar í Prix Føroyum í vár, og serliga onkur av GBOB fyriskiparunum, var heitur talsmaður fyri størri opinleika. Tí er tað eitt sera bevíst val, at nøvnini á dómarunum í GBOB eru almenn. Hesin sami opinleiki hevur nú ført við sær, at onkur hevur varnast gegnistrupulleikan, og G!Music hevur skift ein dómara út.
Hetta vísir hvussu týðandi opinleikin er, og G!Music eiga rós uppiborna, fyri at hava loyst málið sera skjótt og væl. Men fyrireikararnir áttu tó, at hava sæð henda gegnistrupulleikan, áðrenn teir bóðu Niels av fyrstan tíð.
 
Royndur trummari
Um Una er at siga, at hann, eins og Niels, spælir trummir í Føroya størsta rokkbólki, 200. Hann hevur spælt við fleiri av mest týðandi bólkunum í føroyskum tónleiki seinastu 12 árini. Eitt nú Oblivion, Mold og MC Hár. Vanliga hava Niels og Uni altíð spælt saman, men seinnu árini hevur Uni eisini verið virkin í bólkum, sum tí hjá Knút Háberg Eysturstein og hjá Peturi Pólssyni, uttan at Niels luttók.
Uni er útbúgvin jarðfrøðingur, men fæst umframt tónleik og jarfrøði nógv við sniðgeving  og hevur í mong ár arbeitt tætt saman við Niels Galán á hesum øki. Teir vunnu AME virðislønina fyri besta fløguhúsa í ár.