Eitt nýtt kapitul varð seinnapartin sunnudagin skrivað í føroyskari fótbóltssøgu. Fyri fyrstu ferð nakrantíð var ein føroyingur við til at vinna steypakappingina í einari kapping uttanfyri føroysku landoddarnar.
Uni Arge og ÍA vunnu 2?1. Uni Arge hevur eina aðra ferð roynt seg í útlendskari steypafinalu. Tað var í 1998, tá hann saman við Jens Martini Knudsen var á liðnum hjá Leiftri, sum tapti 2?0 ímóti ÍBV.
Ein annar føroyingur hevur verið við til at tapa útlendska steypafinalu. Talan er um Toda Jónsson, sum í 1998 var á liðnum hjá FCK. Teir taptu 4?1 ímóti Brøndby í Parkini í Keypmannahavn.
Stórur fagnaður
Fyri skagamenn var tað av alstórum týdningi, at teir gjørdu av við ÍBV. Sigurin hevur við sær, at ÍA komandi ár sleppur at royna seg í undankappingini til UEFA Cup. At sigurin var kærkomin sáast á øllum brøgdum sunnudagin. Skipað var fyri stórfingnari uttandura móttøku, tá Uni Arge og hinir fótbóltsspælararnir komu aftur. Eini tvey túsund fólk vóru savnað, politiskt valdi býráðsformaðurin, Guðmundur Páll Jónsson, helt talu, og har varð sungið. Seinni sunnukvøldið varð skipað fyri veitslu á Akranesi.
Finalan á Laugardalsvøllinum var tøtt og spennandi. Fyrra umfarið var málleyst. ÍA legði bragdligari fyri, og ÍA fekk eina ferð bóltin í netið, men tað varð kolldømt, tí dómarin helt, at Uni Arge, sum var á vøllinum allar 90 minuttirnar, hevði gjørt fríspark frammanundan.
ÍA fekk hol á í 58. minutti. Baldur Aðalsteinsson sendi við høvdinum í kassan aftanfyri Birkir Kristinsson í málinum hjá ÍBV. Málið kom eftir at innlegg var komið úr vinstru.
Bara fimm minuttir seinni stóð aftur á jøvnum.Bjarni Geir Viðarson royndi seg úr 30 metra fjarstøðu, og bólturin sat í netinum.
Alt bendi á longda leiktíð, tá ÍA fekk sigursmálið. Klokkan vísti 93 minuttir, tá Kári Steinn Reynisson skoraði, og so var alt á gosi millum ÍA viðhaldsfólkini.
Hetta var áttanda ferðin, at ÍA ognaði sær eitt lutabræv í íslendsku steypasøguni. Hetta var níggjunda ferðin, at ÍBV var annað liðið í finaluni. Teir hava vunnið fýra ferðir. Hetta var triðja ferðin, at ÍBV og ÍA hava verið í finaluni. ÍA hevur vunnið allar tríggjar ferðirnar, og úrslitið hevur hvørja ferðina verið 2?1.
Og so var hetta fyrsta ferðin, at ein føroyskur fótbóltsspælari var við til at vinna útlendska steypafinalu. Vit ynskja Una Arge hjartaliga tillukku við sigrinum og góða eydnu, tá ÍA komandi ár fer at royna seg í UEFA Cup.