Oddamaðurin í bólkinum GoGo Blues var ein sera glaður maður, eftir at Atlantic Music Event hevði verið. Hansara bólkur var kosin at vera tann besti í eini atkvøðugreiðslu um eina AME-virðisløn, og hann vann Prix Føroyar kappingina.
? Tað var fantastiskt. Tað besta við at vinna Prix Føroyar var, at vit fingu eina viku í einum góðum studio. Tað var akkurát tað, sum vit høvdu brúk fyri, tí vit hava nógv tilfar liggjandi, sum vit vilja hava spælt inn, sigur Uni R Debess.
? Eg helt, at tað var ómøguligt, at ein bólkur, sum spælir blues-tónleik, kundi vinna Prix Føroyar.
Strongur gleið
Undir fyrsta sanginum leygarkvøldið fór ein strongur á gittaranum hjá Una av stemningi, og tað kom rættiliga upp á tvørs, men hann kláraði tó at fóta sær og fekk strongin upp á pláss aftur.
? Tá ið tú spælir improvisatiónstónleik, liggur tú allatíðina á eggini, men tú klárar altíð at lofta tær onkursvegna. Soleiðis skal tónleikur verða, heldur Uni Debess.
? Eg væntaði, at strongurin, sum gleið, fór at vera ein vansi í dømingini, og tí hevði eg als ikki væntað at vinna kappingina ? hvørki áðrenn ella aftaná.
Men tað gjørdist ikki avgerandi, og Uni vann hóast alt.
Mánadagin tók Uni sær av løttum eftir eitt strævið vikuskiftið, men í dag stendur aftur tónleikur á skránni, tí hann og bólkurin skulu fyrireika seg til eina ferð til Grønlands í næstu viku.










