Uni borðreiddi við siðbundnum føroyskum mati til julidøgurðan hjá Slow-food felagskapinum Lucullus, og lat sostatt forvitnastu gómarnar í Ungarn smakka Føroyar. The Budapest Sun skrivar, at her var talan um eitt so forkunnugt tiltak, at danski ambassadørurin í Ungarn í røðu síni hevði á orði, hvussu forkunnugt tað var at sleppa at virka sum føroyskur am-bassadørur, tað er ikki nak-að, sum hendir á hvørjum degi.
70 fólk vóru til døgurðan, og tey flestu lótu væl at matinum. Serliga sildin var vælumtókt, og Budapest Sun skjýtur upp, at um Føroyar vilja vinna sær veg inn í ungarsku hjørtini, so skulu vit bara brúka sildina.
Matummælaraliðið hjá Budapest Sun fegnast stórliga um matin og skriva eina langa grein í blaðnum og á heimasíðuni hjá blaðnum. Tað er eingin ivi um, at her er talan um lýsingarvirði, sum er ringt at gera upp í peningi, tí umframt the Sun hava nógvir aðrir miðlar dekkað tiltakið, m. a. fleiri bløð úr Ungarn og ein internetavís. Eisini hava Luculluslimir verið í útvarpi og prátað um tiltakið og um Føroyar.
Áhugi fyri Føroyum
Tað er talsmaðurin hjá Lucullus, Turóczi Gábor, sum hevur tikið stig til, at Føroyar skuldu á skránna hjá felagskapinum. Hetta kemst av einum sterkum persónligum áhuga í Norðanlondum. Áhugin kom í lestrartíðini hjá honum, hann gjørdi serritgerð í íslendskum fjølmiðlum og kom í hesum sambandi fram á Føroyar. Tá hann so nú starvast hjá Lucullus Baráti Társaság helt hann, at Føroyar kundu verið eitt áhugavert land at smakka og uppliva hjá limunum í felagskapinum.
Skapa mentanarupplivingar
Felagskapurin Lucullus Baráti Társaság arbeiðir fyri at skapa mentanarupplivingar í Budapest, sum taka støði í mati og matgerð. Limirnir í felagsskapinum hittast einaferð um mánaðin til eina máltíð, har mentan og matur úr einum landi er á skránni, smakkurin av landins mati gerst vegurin inn í mentanina. Serfrøðingar siga frá um matin, og kvøldið verður kryddað við øðrum mentanarligum upplivingum.
Á føroyska kvøldinum greiddi Uni Gullfoss frá um føroyskan mat, og um føroyska matsøgu. Hann fortelur, at áhugin var stórur, og at fólk spurdu um mangt og hvat.
Uni hevði allan matin við úr Føroyum. Her var lambskjøt, fiskur og skeljadjór. Ætlanin var at hava grind og spik við. Men um Uni var tikin við hvalakjøti á vegnum, so varð hald lagt á allan matin, tí vóru grindin og spikið løgd eftir.
Serliga sildin var so vælumtókt, at øll sløgini skjótt vórðu etin. Ummælarin hjá Budapest Sun skjýtur upp, at um føroyingar ynskja at bergtaka ungarar, so er sildin eitt vælegnað amboð.
Ynskini úr Ungarn vóru, at maturin skuldi vera siðbundin føroyskur matur, og hetta merkti sjálvtøkuborðið. Men Uni hevði eisini nakrar heldur meira nýskapandi rættir, so sum Kalva í saffron sauce og Havtasku steikt í Pesto.
Matskrá:
Marinera sild
Kryddsild
Rækjur og egg
Jákupskeljar
Fiskapylsur
Roykt Øða
Hummari
Kræklingar
Lippur
Turran fisk
Kalva í saffron sauce
Havtaska steikta í Pesto
Royktan Laks
Grav. Laks
Skinsakjøt
Rullupylsa
Lambaryggur
Ræst kjøt
Rabarbur
Rugbreyð
Skerpikjøt
Fiskasuppa










