Uni Rasmussen verður nýggjur tingmaður

Ein av nývaldu tingfólkunum er Uni Rasmussen úr Norðragøtu. Hann hevur gjørt eitt sera gott val bæði í Gøtu og aðrastaðni kring landið

Uni Rasmussen stillaði upp til fólkatingsvalið, og tá fekk hann 827 persónligar atkvøður og gjørdist vinnari á fólkaflokslistanum.

Nú hevur hann fingið 464 persónligar atkvøður, og tískil er hann valdur í løgtingið. Hann endaði sum nummar sjey á listanum hjá Fólkaflokkinum.

##med2##

Hann og bróðurin, Joen Magnus Rasmussen, høvdu gjørt avtalu um, at Uni stillaði upp til fólkatingsvalið, og so skuldi Joen Magnus stilla upp til løgtingið. Men seinni broyttu teir ætlan, og Uni Rasmussen stillaði upp til løgtingið, meðan bróðurin ikki stillaði upp.

Nú hevur Uni Rasmussen vunnið sessin í løgtiginum, sum Joen Magnus Rasmussen hevur havt.

##med3##

Uni Rasmussen er blindur og hevur førarahundin Luna, sum er við honum allastaðni, har hann fer.

Nú tá ið Uni Rasmussen skal í løgtingi, ferð førarahundurin eisini at vera við honum.

Vit vóru við, tá ið Uni og konan, Emma, vóru og valdu í morgun.

##med4##