4. januar kom út fløga við heitinum Guesthouse. Uni Joensen syngur, meðan Ronnie Nielsen stendur fyri meginpartinum av spælda tónleikinum á fløguni. Talan er um átta popp-løg, sum Uni sjálvur hevur skrivað, meðan hann og Ronnie í felag hava gjørt tónleikin. Eisini aðrir kendir føroyskir tónleikarar eru við á onkrum á løgunum, sum til dømis Sámal Ravnsfjall og Kollbein Simonsen. Tað er plátufelagið Tutl, sum gevur fløguna út.