Uni Holm Johannesen stillar upp til løgtingsvalið

Millum nýggju nøvnini á listanum hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið er Uni Holm Johannesen, sum er kendur fjølmiðlamaður

Uni Holm Johannesen er 32 ára gamal, og og útbúgving stjórnmálafrøðingur. Hann hevur starvast sum journalistur á Dimmalætting, Sosialinum og in.fo og í Kringvarpinum. Hann hevur eisini arbeitt Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og er nú í starvi sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.

 

Uni Holm Johannesen hevur ikki verið virkin í flokspolitiskum arbeiði, men nú fer hann, sum hann sigur all-in fyri at verða valdur á Løgting fyri Javnaðarflokkin.

 

Hann vísir á, at Føroyar eru eitt livandi samfelag við ríkum møguleikum, men sosialu avbjóðingarnar krevja, at røttu avgerðirnar nú verða tiknar.

 

– Nógv eru komin undir størri trýst við hækkandi rentum og prísum á vanligum gerandisvørum og brennievni. Tað ætla vit í Javnaðarflokkinum at gera nakað við beinanvegin, sigur hann.

 

Somuleiðis hevur vantandi politisk langtíðarstýring elvt til, at vit framvegis standa við stórum og átroðkandi samfelagsavbjóðingum, sum ávarað hevur verið um í nógv ár.

 

Uni Holm Johannesen er úr Havn og býr í Vestmanna við unnustuni Sáru og familjuni.