Uni fer helst úr ÍA

Fíggjarliga støðan í felagnum krevur stórar niðurskurðir í rakstrinum, og landsliðsfremherjin vil ikki góðtaka ein broyttan sáttmála

 

Fótbóltur


Umvegis heimasíðuna hjá HB frættist fyri stuttum, at landsliðsframherjin, Uni Arge, skal vera ávegis til barndómsfelagið, eftir at hann seinnu árini hevur roynt seg sum yrkisleikari í Íslandi.

Sjálvur sigur Uni Arge tó, at tað ikki er nakað ítøkjuligt hald í hesum tíðindum, men hann sigur tó so mikið sum, at tað allar helst ikki verður við ÍA, at hann fer at spæla fótbólt komandi ár.

- Sáttmálin hjá mær við ÍA fevnir um tvey ár, og enn restar eitt ár eftir av hesum. Fyri undanfarna kappingarár hava báðir partar eisini yvirhildið allar lutir í sáttmálanum, men tað sær ikki út til, at hetta verður galdandi fyri komandi ár, greiður Uni frá.

- Felagið hevur boðað frá, at fíggjarstøðan ikki er nóg góð til at uppfylla teir sáttmálarnar, sum í løtuni eru galdandi við spælarar og venjara, og tí er ætlanin, at ein kollektivur niðurskurður skal minka um raksrarútreiðslurnar. Teir hava eisini givið mær eitt tilboð, men eg havi boðað frá, at eg undir ongum umstøðum kann góðtaka hetta.

- Teir hava so svara mær aftur, at tað er púra greitt, at verandi sáttmálin ikki kann halda fram, og tí røkist ikki fyri, at eg framyvir fari at spæla við felagnum, sigur Uni Arge.


Framtíðin

Hvar framtíðin hjá vandamikla framherjanum so liggur, tykist enn ikki vera greitt, men onkrar ábendingar tykjast tó vera um, at hann í komandi kappingarári aftur fer at gera síni mál í Føroyum.

- Tað er so ikki serliga sannlíkt, at eg fari aftur til Íslands at spæla. Skal eg spæla í Føroyum, má eg sjálvandi fyrst kanna teir møguleikar, sum eru, og her fellur tað mær í øllum førum náttúrligt at tosa við HB fyrst. Eg fór úr HB til Íslands, og eg havi ongan tíð umboðað nakað annað felag her heima, sigur Uni Arge, sum tó ikki vil siga meira um hetta.

Sostatt tykist tað enn ikki greitt, hvar fótbóltsframtíð hansara fer at liggja, men hinvegin tykist ikki ósannlíkt, at tað aftur verður HB, sum fer at fáa gleðina av mongu málunum. Uni er annars ein av bert tveimum leikarum, sum hava skotið yvir 100 mál í føroysku landskappingini, síðani hendan varð víðkað í 10 lið. Hann hevur síðani 1988 skotið 102 mál fyri HB. Størsta máltalið fekk hann í 1997, tá hann í 16 dystum skeyt 24 mál. Íroknað steypa- og landskapping hevur Uni leikt 199 dystir fyri felagið, og hevur hann í hesum skotið 159 mál.