Kendi HB leikarin hevur í seinastuni verið nógv frammmi sum sangari, og í kvøld spældi hann á Samanhald pallinum. Hóast tekstirnir onkuntíð tykjast naivir og tónleikurin ikki er serliga innviklaður, so er tað stuttligt at síggja navnframa fótbóltsleikaran á einum tónleikapalli.
Uni tykist at vera spentur sum eitt barn á pallinum, og frøin strálar av honum, tá lógvabrestirnir ljóða. Hann riggar bara væl sum trubadurur, hóast hann ikki er nakar Dylan.
Við eini viftu av løgum, ið hann hevði tikið av báðum útgávum sínum, spældi hann eina friðarliga konsert á Samanhald pallinum, har heilt nógv fólk stóðu og lýddu á sangirnir, ið fyri tað mesta snúgva seg um kærleika, Havnina og summar tíðir bæði í senn.