Uni Debess í Reinsarínum

Konsert verður í Reinsarínum í morgin

Mikukvøldið 5. august klokkan 21 fara Uni Debess & The Tomcats á pall í Reinsarínum.

 

Uni sigur frá, at í løtuni eru teir í studio og leggja seinastu hond á tvær nýggjar fløgur, sum hava verið í ger í umleið hálvtannað ár.

 

Slagið av tónleiki á nýggju fløgunum er funk/rock/blues, ið var nógv at hoyra í 60'unum og 70'unum. Hóast fløgurnar ikki verða tøkar enn, fer bólkurin at spæla fleiri nýggj løg hetta kvøldið saman við nógvum eldri og kendum løgum.

 

Manningin boðar frá góðsku og drúgvum royndum.

 

Uni Debess - sang, gittar

Finnur Hansen - orgul og kór

Edvard Nyholm Debess - bass og kór

Rógvi á Rógvu - trummur