Uni Debess duo í Spaniastovu

Tað er í kvøld at konsert verður við Uni Debess Duo í Spaniastovu í Klaksvík.


Við Una Debess sum sangara, og við hegnisligum gitarleiki, og Edvard Nyholm Debess sum bassleikara og kórsangara, er lagt upp til eitt festligt bluesbrak í kvøld.
Teir báðir hava saman nógvar framførslur á baki, kveikjandi samanspæl og væl svingandi røddum. Við góðu søgum afturat er góðskan í topp.

Orsakað av koronatilmælunum er søla av atgongumerkjum avmarkað.

 Dyrnar lata upp kl 2130, siga fyrireikararnir.