Uni Debess & Tróndur Enni í Barok í kvøld

Tveir dugnaligir tónaleikarar spæla í Barok í kvøld.

Talan er um Una Debess, sum m.a. er kendur frá Go Go Blues og Crawling Blue. Saman við honum er Tróndur Enni, sum spælir bass og syngur.

 

Harumframt fer DJ 150 at seta ferð á dansigólvið við tí allarbesta dansitónleikinum.

 

Hølini eru jólaprýdd, so tú kemur ivaleyst í jólahýri.

 

Latið verður upp kl. 23.