Uni berføttur høvuðsleikari

Fótbóltur: Mjørkin órógvar vestmannaeyingar, men hóast tað fingu bæði teir og Leiftur fulla úrtøku

Vikuskiftið royndist væl hjá føroyingunum í íslendskum fótbólti. Bæði Leiftur við Una Arge og Jens Martini Knudsen á liðnum og Páll Guðlaugssyni við stýrisvølin og ÍBV við Allani Mørkøre á liðnum fingu fulla úrtøku.

Leiftur hevði vitjan av Víkingi úr Reykjavík, og sambært íslendskar fjølmiðlar, so vóru teir í høvuðsstaðarliðnum óhepnir ikki at fáa eitt stig við sær til hús. Teir høvdu fleiri góðar royndir móti málinum, og tað var ikki minst Jens Martini Knudsen fyri at takka, at stigini vóru í Ólafsfirði.

Einasta málið varð skorað, tá tíggju minuttir vóru eftir. Uni Arge, sum í minuttinum undan steðginum hevði fingið gula kortið, var upphavsmaður til málið, tá hann breyt ígjøgnum í høgru og sendi innfyri til brasiliumannin Alexander Santos, ið var leysur undir málinum. Fjølmiðlarnir gera nógv burturúr, at Uni Arge misti annan skógvin í nærdysti, tá hann stríddi seg leysan og setti ferð á, og onkur helt fyri, at tað hevði kanska verið eitt uppskot, at hann spældi skóleysur!


Vóru kroystir

Tað er nógv á skránni hjá ÍBV, og teir eru ovurfegnir, hvørja ferð ein dystur er farin afturum, og tað hevur hilnast væl. Í annaðkvøld skulu teir spæla semifinalu í steypakappingini í Akranesi, sunnudagin skulu teir spæla á heimavølli, har ÍBV ikki hevur tapt í fleiri ár, móti Breiðablik, mikukvøldið í komandi viku skulu Allan Mørkøre og málverjin spæla landsdyst móti hvørjum øðrum í Føroyum, og so skulu teir aftur spæla í landskappingini bæði í vikuskiftinum og mitt í viku.

? Vit áttu at avgjørt í 1. hálvleiki í Grindavík. Tá høvdu vit fleiri møguleikar, vit komu á odda beinanvegin við máli, sum framherjin Steingrímur Jónasson skoraði, men tíverri javnaðu teir. Møguleikin stóðst av misskiljing millum málverjan og miðverjuna hjá okkum, sigur Allan Mørkøre.

Í 2. hálvleiki trýsti Grindavík fyri at skora sigursmálið, men í síðsta enda vóru tað teir meiri royndu úr Vestmannaoyggjunum, sum fingu sigursmálið. Tað restaðu tveir minuttir, tá liðformaðurin, Hlynur Stefansson, sum er miðverji stútaði eitt innlegg í málið.

Allan Mørkøre var á miðvøllinum í høgru, men tá tað restaðu tíggju minuttir varð hann útskiftur, og ein álopsmaður varð settur inn.


Mjørkin plágar

Dysturin í Grindavík, sum var ásettur at vera klokkan seks sunnukvøldið, var útsettur ein tíma. Hetta komst av, at nógvi mjørkin í oyggjunum gjørdi, at tað ikki bar til at sleppa á flog fyrrenn seint seinnapartin.

? Hetta hevur verið soleiðis fleiri ferðir í summar. Vit sita í óvissu og bíða, og tá ein glotti er, verður í skundi farið á flog í tveimum heilt lítlum flogførum. Sunnukvøldið var veðrið betri, og tá kundu vit fara til hús aftur við einum størri flogfari. Tað er ein óheppin máti at fyrireika seg til dystirnar uppá, at sita í óvissu og hugsa um ferðingina, í staðin fyri at hugsa um dystin, men hetta eru treytirnar. Tey kenna ikki til annað í Vestmannaoyggjunum. Ofta eru dystirnir ásettir fríggjakvøld ella leygardag. Hetta er soleiðis, tí tað skal bera til at útseta, um veðrið ger, at tað ikki ber til at ferðast, sigur Allan Mørkøre.

KR er framvegis á odda, men hjá teimum stóð uppaftur meiri á, enn tað gjørdi hjá ÍBV. Á Hlíðarenda vann KR 2-1, og sigursmálið fingu teir ikki fyrrenn klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina.