Flestu landskappingarnar í Europa halda summarfrí, men í Noregi og í Íslandi verður spælt av lívsins kreftum, bæði í vikuskiftunum og mitt í viku.
Í vikuskiftinum spældi Kongsvinger í Noregi ikki. Kongsvinger, sum bara hevur spælt ellivu dystir, meðan hini liðini hava spælt tólv og trettan dystir, er framvegis aftast. Komandi sunnudag og mikudagin í komandi viku skulu Julian Johnson og liðfelagarnir royna seg aftur.
Á Ólafsfirði í Íslandi høvdu leiftursmenn vitjan av oddaliðnum KR úr Reykjavík. Høvuðsstaðarmenninir komu á odda, tá seytjan minuttir vóru farnir, men Leiftur javnaði, tá 31 minuttir vóru farnir. Málið hjá Leiftri stútaði Uni Arge. Jens Martin Knudsen vardi málið sera væl, og at hann líktist sær sjálvum og var uppsettur og spentur sæst m. a. í, at hann ta einu ferðina sá gula kortið.
ÍBV og Allan Mørkøre spældu ikki í vikuskiftinum. Nú eru sjey umfør farin av íslandsku kappingini, og ÍBV og KR eru á odda við fjúrtan stigum í part. Leiftur er í miðjuni. Teir hava átta stig.










