Uni Arge gjørdi hattrick

Fótbóltur: Uni Arge skoraði og Jens Martin Knudsen brilleraði millum stengurnar

Uni Arge gjørdi rættiliga um seg í íslendsku fótbóltskappingini í vikuskiftinum.

Liðið hjá honum og Jens Martin Knudsen spældu móti fremsta liðnum í deildini, IBV, og teir vunnu stórsigur.

Báðir teir føroysku spælararnir vóru í andgletti. Har frammi á vøllinum drønaði Uni Arge bóltin tríggjar ferðir málið og legði fyri við einum hattrick fyrstu ferð hann skoraði í íslendsku landskappingini.

Í aftara endanum spældi Jens Martin Knudsen ein branddyst og eftir dystin varð hann kosin besti maður á vøllinum.

Leiftur, sum teir báðir spæla við, liggur nummar fýra við 13 stigum fyri átta dystin. IBV hevur 16 stig, men fyri ein dyst fleiri.