? Vit mugu sleppa at royna okkum á Wembley.
Álopsspælarin Uni Arge er eisini ein av teimum, sum droymir um at sleppa at royna seg móti ensku heimsstjørnunum.
? Danmark og Ísland ljóða eisini sum tveir spennandi mótstandarar, men eg hevði gjarna vilja, at vit fingið okkurt land í okkara bólk, sum vit kunnu vinna ímóti, t.d. Liecthenstein.
Eisini Uni Arge vísur á, at tað er týdningarmikið, at Føroyar arbeiða seg upp eftir styrkislistanum hjá FIFA, og tað kann bert gerast gjøgnum góð úrslit og sigrar.
? Tí hava vit brúk fyri onkrum landi í okkara bólki, sum vit kunnu koppa, sigur hann.