EB/Streymur tykist halda fram við at styrkja sær um spælarahópin. Í løtuni er ein 18 ára gamal ungverji og venur við felagsliðnum, sum aftur í ár meddar eftir toppinum. Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, sigur, at talan er um áleypara, sum seinast hevur spælt í næstbestu deildini í Eysturríki. – Hann hevur sýnt áhuga at koma hendavegin, og vit vænta okkum sjálvandi nakað av honum. Enn er tó eingin sáttmáli skrivaður, men nú venur hann so við liðnum í tvær vikur, og so verður støða tikin til tann partin.










