Ungverskt álop í B36

Tað hevur verið eitt stórt tómrúm á liðnum hjá B36, síðan Sylla fór til Malta at spæla fótbólt. Men nú tykist holið at vera fylt. B36 boðaði nevnliga í gár frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við tveir ungverskar áleyparar. Annar er 29 ára gamli Karoly Potemkin, sum ein part av síðsta kappingarári leikti við EB/Streymi. Hin áleyparin eitur Tamas Nagy, og er 30 ára gamal. Umframt at hava spælt í bestu ungarsku deildini í nógv ár, hevur hann spælt á U21-landsliðnum hjá Ungarn.