Ungverji venur í Fuglafirði

Hjá NSÍ telur einki annað enn trý stig, nú ÍF vitjar. Í Fuglafirði er tað góður styrkur, at Símun Eliasen er komin fyri seg aftur


ÍF hevur einki stig eftir seks tey fyrstu umførini. Viðhvørt hava teir staðið seg væl í Runavík. Eitt stig sunnudagin hevði komið ógvuliga væl við.
                      Hjálparvenjarin Símun Eliasen hevur verið burturi frá við brotnum armi. Í hesi vikuni hevur hann vant við fullari ferð, og Símun verður við sunnudagin. Tað verður mett sum góður styrkur.
                      Bartal Eliasen er leikbannaður. Í seks teimum fyrstu umførunum hevur hann fingið fimm gul kort. Málverjin, Karstin Joensen, er givin. Móti VB/Sumba var hann sjúkur. Tá vardi Emil Toftegård ÍF málið. Tað fer hann eisini at gera í Runavík. Karstin hevur borið seg undan at spæla, tí hann er so upptikin av arbeiði.
                      Í hesi vikuni hevur 22 ára gamalur ungverskur málverji verið í Fuglafirði og royndarvant. Tað er góður møguleiki fyri, at teir fara at gera avtalu við hann, um loyvini verða fingin upp á pláss.
 
Nógvir skaðar
Móti GÍ vóru Arnhold Joensen og Julian Samuelsen skaddir. Julian verður við móti NSÍ. Tað verður Arnhold ikki. Dánial Pauli Højgaard kom sunnudagin aftur av arbeiðsferð uttanlands. Týskvøldið varð hann skaddur.
                      - Vit hava verið illa plágaðir av skaðum, og tað eru vit framvegis. Vit royna við tí fólkinum, sum vit hava. Um allir sýna rætta hugburðin og gera sítt ítarsta, so kunnu vit ikki rokna við meira, staðfestir ÍF venjarin Petur Simonsen, ið avgjørt heldur, at tað er møguleiki fyri at fáa stig í Runavík.
 
Vilja vinna heima
Trygvi Mortensen hevur tjúgu spælarar at velja ímillum. Tann einasti, sum ikki er tøkur, er Helgi L. Petersen, sum framvegis er fótskaddur. Tað gongur rætta vegin hjá honum. Óli Hansen er tøkur aftur eftir leikbann móti GÍ. Viggo Johannesen fór út við skaða í Gøtu, men hann er tøkur aftur.
                      - Vit vóru ikki nøgdir við bara at fáa eitt stig í Gøtu. Á heimavølli mugu vit fáa fult hvørja ferð. ÍF hevur einki stig fingið, men vit undirmeta teir ikki. Teir hava ofta staðið seg væl í Runavík. Um okkara vísa rætta hugburðin og gera sítt ítarsta, so eiga vit at vinna øll stigini. Men tað er neyðugt at arbeiða og stríðast fyri teimum, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen.