Ungur violinspælari í góðum felagsskapi

Í vikuskiftinum 3.-4. apríl 2004 luttók 15 ára gamli Jákup H. Lützen í Havn, sum tann einasti føroyski luttakarin, í eini spennandi og nýskapandi Master Class og eini konsert á Ráðhúsinum í Reykjavík

Orsøkin til ferðina var kappingin "Kamartónlist til framtíðar", sum íslendska KaSa-tónlistabólkurin í vetur útskrivaði við tí endamáli at geva ungum musikktalentum úr Føroyum og Grønlandi eina heilt serliga uppliving.

Millum luttakararnar blivu Jákup H. Lützen og tveir íslendingar valdir út. Virðislønin var eitt vikuskifti í Reykjavík, har alt var goldið, og teir tríggir vinnararnir spældu saman við teimum professionellu tónleikarunum frá KaSa-tónlistabólkinum.

Jákup hevur spælt violin síðan hann var 5 ára gamal og er næmingur hjá Anette Nielsen í Tórshavnar Musikkskúla. Hann gongur í 9. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla og er yngsti violinspælari í Føroya Symfoniorkestri.

Jákup er sonur Dagny Højgaard og Herluf Lützen í Havn.