Seinasta sunnudag varð 29 ára gamli toftamaðurin, Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestvígdur í dómkirkjuni í Roskilde.
Sunnudagin 13. apríl verður hann innsettur í Karlslunde kirkju, har hann hevur fingið starv. Hetta er stutt sunnan fyri Keypmannahavn.
Gerhard varð liðugur sum teologur fyri fáum mánaðum síðani.
Foreldrini hjá Gerhardi eru Jón og Inger Lise Mikkelsen, sum búgva á Toftum.
Gerhard búði á Toftum tey fyrstu 8-9 árini av lívi sínum, tá familjan flutti til Danmarkar.
Hann hevur síðani verið onkur skúlaár aftur á Toftum og vitjar javnan, og Gerhard metir seg sjálvan sum toftamann, haðani pápin eisini er. Mamman er av Jútlandi.
Tað verður sagt um Gerhard Jónsson Mikkelsen, at hann hevur stóran áhuga fyri menniskjum, og væntað verður av honum, at hann fer at roynast sum prestur.










