Ungur svii deyður á Roskildefestivalinum

Ein 20 ára gamal maður úr Svøríki doyði í morgun á Roskildefestivalinum, og sambært løgregluni hevði maðurin tikið ov nógv rúsevni.

-Vit meta hetta sum eitt syrgiligt deyðsfall orsakað av rúsevnismisnýtslu. Tað er einki, sum bendir á nakað annað, sigur Lene Madsen hjá løgregluni við fjølmiðlarnar.

Vinir hjá tí 20 ára gamla svianum settu seg í samband við heilsustarvsfólk á festivalinum klokkan hálvgum eitt í nátt, men har var einki at gera, skrivar JyllandsPosturin.

Roskildefestivalurin byrjar ikki fyrr enn seinni í vikuni, men festivalplássið lat upp fyrradagin.