Ungur slóðbrótari úr Vestmanna

23 ára gamla Mariann Ivansdóttir úr Vestmanna hevur í sínum unga lívi fingið meira av skafti, enn nógv av okkum fáa gjøgnum eitt heilt lív. Unga virkifýsna daman eigur og rekur tvær hárfríðkanarstovur, hon kallar Royal. Hóast hetta, var tað ikki so lætt hjá henni í byrjanini, tí ongin trúði upp á, at ein ung dama kundi klárað at reka eitt virki

Mariann Ivansdóttir úr Vestmanna er ein ófatuliga vøkur dama. Brúna holdið minnir ein um suðurlenskar damur, og hon kundi saktans verið modell við sínum langa og slanka kroppi. Men Mariann valdi heldur at fylgja barnadreymi sínum.
-Eg havi altíð vitað, at eg vildi verða hárfríðkanarkvinna. Tí var tað onki løgi í, at eg fór at læra hjá Tótu, sigur Mariann.
Eftir lokna lærutíð starvaðist Mariann har eina tíð, men hon vildi meira. Hon vildi fegin lata egna hárfríðkanarstovu upp, men av tí at hon var so ung, so tordi hon rættiliga illa.
-Eg fekk altíð at vita, at eg var ov ung til tílíka ábyrgd, og at eg heldur skuldi bíða, til eg var eldri. Eisini sóu nógv tað sum eina forðing, at eg var kvinna, tí í Føroyum eru tað sum oftast bara menn, ið stovnað egið virkið, sigur Mariann, sum tá bara var 21 ára gomul.

Brúkti kjallaran hjá foreldrunum
Men Mariann var enn sum í dag ein sera virkisfýsin dama, og við hjálp frá foreldrunum og sjeikinum, savnaði hon sær dirvi til at fara í holtur við egið virksemið.
-Eg var so heppin, at eg fekk loyvi frá foreldrunum at brúka teirra kjallara. So har byrjaði eg mína fyrstu hárfríðkanarstovu, ið eg nevndi Royal, sigur Mariann.
Tað gongur so væl hjá ungu damuni, at í dag eigur og rekur hon ikki bara eina hárfríðkanarstovu í kjallaranum hjá foreldrunum, men eigur eisini sína egnu hárfríðkanarstovu í Tórshavn, ið eisini kallast Royal.
-Í dag gongur tað strálandi. Vit hava nógvar kundar, og deiliga nógv at gera. Eg haldi bara at hetta vísur, at hóast fólk ikki trúgva upp á teg og tínar dreymar, so skalt tú bara gera tað tú vilt, so gongur tað nokk, sigur Mariann og brosar.

Útlandið bíðar
At tað fyrr hevur gingið so væl hjá ungu damuni, far hana í dag at trúgva upp á, at næstan alt er møguligt. Ì løtuni hugsar hon nógv im, at fara uttanfyri oyggjarnar at starvast.
-Ja, tað hevði avgjørt verið sera spennandi. Og hvør veit, um eg ikki fara at royna tað í nærmastu framtíð, sigur Mariann.
At Mariann dugur sítt kramm, er tað onki at ivast í. Hon helt mótasýning á kvinnudagshaldinum í Vestmanna, har hon hevði sminkað og gjár hár á yngrum og eldri damum, ið saktans kundu, allar sum ein, staðið brúður, so flottar vóru tær.