Ungur runavíkingur á Skála

Á heimasíðu sínari, www.skalaif.fo hevur Skála boðað frá, at teir hava gjørt sáttmála við 19 ára gamla Debus Danielsen, sum annars hevur spælt við NSÍ higartil.
Debus hevur í fleiri ár verið partur av føroysku U-landsliðunum, og seinastu tvey árini hevur hann altso eisini gjørt um seg á besta liðnum hjá NSÍ.
Á vøllinum megnar hann at dekka flestu framrættaðu plássini. Hóast tað ikki verður sagt frá nakrari eyðmerking til spælaran, so er upplagt, at venjarin fyrst og fremst ætlar at nýta hann á vinstra miðvallarborði, eftir at felagið fyri stuttum misti Hanus Thorleifsson til B36.