Ungur og stuttligur spælimanstónleikur

22. jul 2006, 15:56
Fyrsta G!konsertin leygardag var á lítla pallinum, tað var álendski bólkurin Skrå, ið fekk heiðurin at lata festivalin upp í dag. Hetta komu teir fýra ungu álendsku dreingirnir væl frá.

Skrå spælir spælimanstónleik bæði heimagjørdan og tónleik hjá øðrum, bæði siðbundnan og nýggjari, tað vóru ikki nógv fólk og lurtaðu, men tey sum vóru komin saman fingu eitt skot av góðum lag. Glaði og hugnaligi spælimanstónleikurin gav áskoðarunum smíl á varrarnar og legði ein góðan botn til enn ein spennandi dag á G!.
Konsertin var hugnalig og stuttlig, teir spældu eini 40 minuttir, og sum konsertin leið móti endanum savnaðist rættiliga fitt av fólki frammanfyri pallinum, og hýrurin gjørdist so góður, at Skrå vóru róptir upp at spæla eykalag.