Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, hevur í nógv ár havt samstarv við Fólkaflokkin, og longu í samgongusamráðingunum í 1991 kom hann at kenna Anfinn Kalsberg á politiska frontinum.
- Tá var Jógvan Sundstein formaður, men Anfinn Kalsberg var sum næstformaður við í samráðingunum, og tað, sum altíð hevur eyðkent Anfinn Kalsberg er, at hann er ógvuliga siðiligur, og dugir sítt handverk ótrúliga væl, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.
Løgmaður er ikki í iva um, at Jørgen Niclasen fer at megna uppgávuna sum floksformaður væl.
- Hann hevur longu fungerað sum formaður, og hann er eisini partur av »lítlu samgongu«, og hann hevur góð evni at finna semjur, og er lættur í sínum máta at vera upp á. So eg vænti avgjørt ongar trupulleikar at samstarva við hann, sigur løgmaður.
- Sjálvandi hava teir hvør sín stíl. Meðan Anfinn hevur verið tungur í sessinum, er Jørgen meiri kvikur, sigur løgmaður.
Hann ger tó vart við, at hann sanniliga eisini hevur havt eitt gott samstarv við hin kandidatin til formanssessin, Bjarna Djurholm. So uttan mun til, hvør av teimum gjørdist nýggjur formaður í Fólkaflokkinum, var løgmaður vísur í góðum samstarvsmøguleikum.
- Eg fari so at ynskja Jørgen góða eydnu í starvinum. Tað verður ikki lætt. Fremsta málið hjá honum verður at halda saman upp á flokkin. Annars merkir formansskiftið í Fólkaflokkinum, at eg nú eri elsti floksformaður, og tað gevur mær nakað at hugsa um, sigur løgmaður við einum »undirfundigum« eygnabrá.










