Ungur, men ikki ov ungur

Seinnapartin í gjár var móttøka í hølunum hjá Kjølbro Heilsølu, nú nýggi stjórin, Eyðfinn Olsen tók við eftir starvinum.

 Hann tekur við eftir Jákup Mikkelsen, sum nú fer at royna okkurt annað eftir at hava verið stjóri í 12 ár. 

Eyðfinn er ikki fyltur 25 ár enn, nú hann tekur við hesum týðandi starvinum.

– Jú, eg eri ungur, men ikki ov ungur, sigur hann. Í einum komandi blaði verður stór samrøða við unga stjóran og ætlanir hansara í framtíðini.