- Vit arbeiða víðari við málinum í Vági, sum snýr seg um harðskap, og her er ein maður skuldsettur. Talan um ungar menn.
Tað segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
Lagt varð aftrat, at tey hava havt fatur í manninum, sum er avhoyrdur og skuldsettur fyri harðskap.
Løgreglan hevur eisini havt ein liggjandi gest á støðini í Havn í nátt.
Hesin varð handtikin á einum bústaði í Havn, og í morgun var hann framvegis á støðini.
- Persónurin var á einum bústaði, har viðkomandi ikki býr sjálvur, og her hevði hann víst óhóskandi og órógvandi atburð og verið til ampa í húsinum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í slíkum føri er vanligt at koyra fólk til hús.
- Men, í hesum føri vilja vit gjarna práta við persónin, áðrenn hann fer avstað aftur.
Tað er eingin loyna, sigur vaktleiðarin, at tað oftast er í fyllskapi, at slíkar hendingar taka seg upp, har fólk síggja seg noydd at senda boð eftir løgregluni.











