Stutt fyri klokkan 18 í gjárkvøldið fekk Arktisk Kommando í Grønlandi fráboðan um eina vanlukku í Narsaq-økinum, Sillisit.
Tað var ein 25 ára gamal maður á kavaskutara sum hevði fingið álvarsligan skaða. Onnur, sum eisini vóru á kavaskutara um hesar leiðir, funnu mannin, sum var uttan vit.
Arktisk Kommando tók sær av málinum og sendi eina tyrlu úr Nuuk til vanlukkustaðið nærindis Narsaq.
- Maðurin var framvegis á lívi, tá hann varð funnin av øðrum, sum eisini vóru á kavaskutara á leiðini. Tí sendu vit eina tyrlu av sjóverjuskipinum, Vædderen.
Vaktleiðarin á Arktisk Kommando, Mads Als, sigur við Sermitsiaq, at flogtíðin úr Nuuk og til vanlukkustaðið varð mett at taka umleið 2,5 tímar.
- Tá tyrlan kom á staðið, noyddist læknin, sum var við, tíverri at staðfesta, at hin 25 ára gamli var deyður, leggur vaktleiðarin aftrat.
Tyrlan fleyg tískil líkið av manninum til sjóverjuskipið, Lauge Koch, sum var á Narsaq-leiðini. Sambært Arktisk Kommando hevur løgreglan boðað teimum avvarðandi frá syrgiligu hendingini.