Amerikanska løgreglan hevur tikið ein ungan mann úr Saudiarabia, tí løgreglan hevur illgruna um, at hann skipaði fyri bumbuspreingingunum í Boston í gjárkvøldið.
New York Post skrivar, at maðurin er á einum sjúkrahúsi í Boston, og at løgreglan er á varðhaldi har. Sambært blaðnum hevur maðurin brent seg illa, og sum skilst bleiv hann tikin beint aftan á tya fyrstu spreingingina.
Tíðindastovan CBS veit at siga, at løgreglan hevur upptøkur frá einum vakmyndatóli á bumbustaðnum, og at á teimum sæst maðurin við ryggsekki.
Bumburnar í Boston í gjárkvøldið kravdu trý mannalív, og umleið 130 fólk fingu skaða.










