Ungur maður doyði á motorsúkklu

Ferðsluvanlukka

Í gjárkvøldið hendi ein syndarlig ferðsluvanlukka stutt uttan fyri bygdarskeltið í Fuglafirði. Vanlukkan kostaði einum 26 ára gomlum manni í Fuglafirði lívið.
Løgreglan í Havn heldur, at maðurin, sum var á veg á motorsúkklu til Fuglafjarðar, av eini ella aðrari orsøk kom út í grúsið við síðuna av sjálvari vegbreytini og misti tamarhaldið á súkkluni.
Maðurin slongdist móti bilverjuni og endaði niðri í bønum.
Sjúkrabilur og kommunulækni komu á staðið, men ungi maðurin doyði, áðrenn hann kom á sjúkrahús.