Ein 16 ára gamal bretskur drongur varð í dag dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava skotið eina unga kvinnu aftur fyri pengar. Santre Sanchez Gayle var bara 15 ára gamal, tá hann fekk 200 bretsk pund fyri at myrða ta 26 ára gomlu Gulistan Subasi í mars í fjør. Undir rættarmálinum kom fram, at Sanchez bankaði upp á hurðina hjá kvinnuni, og tá hon lat upp, skjeyt hann hana í bringuna.
Tann 22 ára gamli Izak Billy, sum rindaði tí unga dronginum pengar fyri drápið, hevur verið í rættinum, har hann fekk 22 ára fongsul. Løgreglan er kortini sannførd um, at hann gekk ørindi fyri onkran annan, men sigur, at tað kann ikki prógvast, hvør veruliga bílegði drápið.
Sambært BBC er Santre Sanchez Gayle yngsti leigudrápsmaður í Bretlandi, sum fólk har vita um at siga.