Ungur fíónmeistari vann kapping

11 ára gamla Heiðrun Peteren vann stóra tónleikakapping í Danmark herfyri

Tónleikur

Ein vakurt tilevnaður trækassi, fýra streingir, ein bogi og ein musikalskur heili skal til, um tú skal gerast kendur fiónleikari og 11 ára gamla Heiðrun Petersen hevur hesar eginleikar. Hon er nevniliga ein dugnaligur fiónspælari og hon er í dag stoltleikin hjá Musikkskúlanum.
9-12 mai var hon í Vejle og luttók í eini kapping, íð nevnist Jacob Gade kappingin. Hon kappaðist við 64 aðrar fiólleikarar og vann kappingina. Virðislønin var 900 krónur, kanska ikki so nógvur peningur, men heiðurin hjá Heiðrun er stórur.
Lærarin hjá Heiðrun er Sámal Petersen, og undir kappingini spældi Stamen Stantchev flygel