Ungur drongur mist fingrar

Fríggjamorgunin var eitt arbeiðsóhapp í eini smiðju í Klaksvík. Talan var um ein ungan drong, sum hevði fingið hondina í klemmu í eini maskinu. Fingrarnir vórðu kroystir, og drongurin varð sendur niður á Ríkissjúkrahúsið sama dagin, tí læknarnir í Føroyum vistu ikki, um drongurin misti fingrarnar ella ikki.
? Drongurin, sum er 15 ára gamal, hevur verið ógvuliga óheppin. Hann var í starvsvenjing í smiðjuni, sigur vakthavandi á politistøðini í Klaksvík.