Ungur drongur læt seg freista í óføri

Tað kann verða ein dýr søga hjá fólki at taka eitt skjótt keypslán í einum handli

Tað bleiv ein dýr søga, tá ið ein ungur drongur fekk eitt gott tilboð frá einum handilsmanni í Havn.

Hann varð freistaður so illa, at hann gjørdi seg til svikara fyri at fáa eina sofu og eina teldu, hann hevði fingið gott eyga á.

Hann var annars bara farin inn í handilin at keypa nøkur smáting, men gekk kortini ein runt í handlinum og hugdi.

Hann var akkurát fluttur í hús og á rundferðini í handlinum, fekk hann gott eyga á eini sofu og stillaði seg uppi yvir henni at hggja.

- Eg visti væl, at eg hevði ikki ráð at keypa sofuna, fortaldi hann í Føroya Rætti í gjár.

Men handilsmaðurin var blíður og segði, at pengar vóru ongin trupulleiki, tí hann var vælkomin at læna fyri sofuna.

Drongurin tók av tilboðnum – men hækkaði lánið so at hann fekk eina teldu við á vegnum.

Lánið var ikki frá handlinum sjálvum, men frá einum felagi, ið fíggjar slík keyp fyri viðskiftafólk.


Skeivir upplýsingar

Men tá ið lániskjalið varð útfylt gav drongurin skeivar upplýsingar og tí er hann nú ákærdur fyri svik.

Hann váttaði á skjalinum, at hann hevði arbeiðið, hóast hann var arbeiðsleysur. Tá ið handilsmaðurin spurdi, hvar hann búði svaraði hann, at hann var ”akkurát fluttur í hús”.

Hetta uppfataði bæði handilsmaðurin og ákæruvaldið sum um at hann hevði upplýst, at hann var fluttur í egin hús.

Sjálvur segði maðurin, at hann hevði ikki meint tað sum um at hann var fluttur egin hús og dómarin helt eisini, at tað var ikki prógvað, at hann tilvitað leyg í hesum føri.

Hinvegin játtaði hann at hava sagt ósatt um arbeiðsstøðuna.

Tað ringasta var, at drongurin segði, at teldan bleiv ólagi beinanvegin.

Men maðurin fortaldi, at hann fekk onga hjálp at umvæla telduna og tí gavst hann at betala lánið.

Men tað hevði lániveitarin onki við at gera og sendi dronginum tískil rokning eftir rokning, umframt at hann varð ákærdur fyri svik.


Næstan 50% í rentu

Tað eru nú næstan fimm ár síðani at hann tók lánið.

Men tað, sum ikki kemur so øgiliga greitt fram á lániskjalinum, er, at tá ið alt verður lagt saman, hevur lánið næstan 50% í rentu og øðrum gjøldum um árið.

Tað førdi við sær, at lánið, sum upprunaliga var 15.000 krónur, var herfyri komið upp á heilar 40.900 krónur.

Maðurin var harmur um støðuna og segði, at hann vildi bara sleppa burtur úr tí og av tí sama hevði hann longu goldið alla skuldina, so at tað nú er slætt borð.

Men ákæruna um svik slapp hann ikki undan og ákærin vildi hava hann inn at sita í nakrar vikur.

Tað helt dómarin ikki, mest tí, at so long tíð var fráliðin. Hann helt eisini, at maðurin var ikki farin inn í handilin við tí endamáli at svika, men at hann hevði latið seg tøla av einum brádliga íkomnum innskoti.

Tí dømdi dómarin mannin sekan í sviki, men ásetti onga revsing og skikkar hann sær væl tey bæði næstu árini, fellur revsingin heilt burtur.