Ein ungur maður er varðhaldsfongslaður í 14 dagar.
Um hálvgumsekstíðina í gjár varð løgreglan boðsend til SMS, har ein ungur drongur við knívi jagstraði ein annan ungan drong.
Drongurin, sum hótti, varð handtikin, og seinnapartin í dag hevur hann verið til grundlógaravhoyringar.
Dómarin gjørdi av, at hann skal sita varðhaldsfonglsaður í 14 dagar, meðan løgreglan ger nærri kanningar av málinum.
Løgreglan sigur, at talan er um ein heilt ungan persón. Hann hevur ikki gingið runt og hótt fleiri fólk, men hevur hótt ein ávísan persón.










