Ein avstralskur maður er dripin í Ukraina. Tað upplýsir avstralska uttanríkisráðið sambært tíðindastovuni, ABC.
Avstralskir miðlar eyðmerkja mannin at vera Sage O'Donnell, og mamma hansara verður endurgivin fyri at siga, at sonur hennara doyði, meðan hann stríddist fyri frælsinum hjá ukrainska fólkinum.
Sambært ABC læt hann lív stutt fyri jól.
- Sage O'Donnell stríddist saman við ukrainska fólkinum ímóti órættvísi. Hann forelskaði seg í Ukraina og mentanini í landinum, og hann var eyðmjúkur um gestablídni í sínum nýggja felagsskapi.
Sambært The Sydney Morning Herald hevur mamman úttalað seg um sonin, sum stríddist við Ukraina, ígjøgnum avtralska uttanríkisráðið.