Ungur Aston Villa leikari í TB

20 ára gamli bretski miðvallarin Danny Haynes royndarvenur í hesum døgum við TB, og sáttmáli við ongan minni enn enska stórfelagi Aston Villa er júst gingin út. Tvørámenn lata væl at avrikum hansara og eru sinnaðir at bjóða sáttmála

Fyri stuttum eydnaðist TB at ogna sær bretska Craig Dean, sum fyrr hevur spælt við enska stórfelagnum Manchester United. Nú er enn ein breti komin til landið, og er hann systkinabarn Craig Dean.
20 ára gamli miðvallarleikarin Danny Haynes kom til landið fríggjadagin 18. juli, og hevur hann vant við TB og spælt tveir venjingardystir móti VB og Sumba. Undan hesum hevur hann ikki vant síðani í mai, og tískil er hann ikki í veruligum formi enn, men út frá venjingum og venjingardystunum eru tvørámenn væl nøgdir við avrikini hjá 20 ára gamla bretanum. Sagt verður av Sevmýri, at Danny Haynes er ein stríðsmaður á miðvøllinum, sum spælir hart og er sera væl fyri kropsliga.

Á U-19 hjá Aston Villa
Barry Haynes hevur havt lærlingasáttmála við enska stórfelagið Aston Villa, og hevur hann spælt og skotið mál fyri u-19 lliðið hjá stórfelagnum úr Birmingham. Lærlingasáttmáli hansara við Aston Villa er júst útgingin, og tískil hevur hann møguleika at skriva undir sáttmála við TB, um hann er áhugaður í hesum.
Sum áður nevnt er Barry Haynes systkinabarn hin bretan í TB, Craig Dean, og tað er óivað hann, sum hevur fingið Barry Haynes at koma hendavegin.

TB áhugaðir
Sambært TB verður hann uttan iva ein sannur fongur á miðvøllinum hjá botnliðnum í føroysku 1. deild, og tískil vóna teir í TB, at sáttmáli spyrst burturúr. Hin bretin, Craig Dean, hevur júst hildið frítíð í tvær vikur, men sum skilst roynist hann eisini sera væl.
Tískil er góður møguleiki fyri, at tveir bretar vera at síggja á TB liðnum, tá seinna hálva av føroysku 1. deild fer av bakkastokki 4. august, og eftir øllum at døma verða Craig Dean og Danny Haynes lyklaleikarar á TB liðnum, um tað eydnast at fáa Danny Haynes at vera verandi.
Kanska uppskriftin til lívbjarging í 1. deild fyri TB er ein samanseting av eysturlendskari dissiplin, bretskari stríðsmegi kryddrað við snarsintum suðuroyarblóði.