Við 4-2 heimasigri ímóti Skála legði Víkingur seg í kvøld fram á triðja pláss í landskappingini. Fyrsta løtan var satt fýrverk, tí Víkingur var frammanfyri 3-0, áðrenn ein hálvur tími var farin, og Poul Kallsberg, sum aftur í kvøld var fremsti maður hjá Skála, minkaði um munin til 3-1, tá ið tað vóru 13 minuttir eftir av fyrra hálvleiki.
Í fleiri ár hevur verið tosað nógv um unga ættarliðið hjá Víkingi, sum skal taka yvir. Teir vóru við til at bera liðið í fjør, tá ið tað endaði við bronsuplássi og rættinum at taka lut í Europa í summar. Og í kvøld stemplaðu ungu menninir aftur av álvara inn.
Tá ið Arnbjørn Svensson beinanvegin setti hol á, átti Olaf Bárðarson uppleggið, og 10 minuttir seinni var tað Olaf Bárðarson, sum økti um munin til 2-0. Tá var tað miðvallarstýrimaðurin Géza Dávid Turi, sum átti uppleggið.
Tá ið uppaftur ein annar av ungu monnunum, Martin Klein Joensen, økti um munin til 3-0, var tað veteranurin og landsliðsspæarin Sølvi Vatnhamar, sum átti uppleggið, og stórar 10 minuttir undan leikloki var tað Sølvi Vatnhamar, sum staðfesti sigurin eftir skjótt mótálop, tá ið nógvir skálamenn vóru frammi í sambandi við deyðbólt.
Noah Mneney vann bóltin á egnum brotsteigi, hann rak við ferð fram í høgru, og spældi so flatt innfyri málið, har Sølvi Vatnhamar sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í málið.
Ein av málskjúttunum hjá heimaliðnum var Martin Klein Joensen:
-Vit skoraðu fýra mál, og tað eru vit nøgdir við. Tað var ikki nóg gott, at tvey mál fóru ígjøgnum, men vit hava nú vunnið tveir dystir á rað, vit pressaðu væl sum lið, og nú kenna vit okkum av álvara at hava funnið mátan, sum vit eiga at spæla, sigur Martin Klein Joensen, sum í kvøld var í álopinum hjá Víkingi saman við Andreas Lava Olsen.
Liðformaður hjá Skála er miðvallarin Pætur Dam Jacobsen:
-Vit vóru ikki góðir í fyrra hálvleiki, og tá ið tað eftir lítlan hálvan tíma var 3-0, so royndu vit at halda tørn til hálvleik, og vit fingu mót av nýggjum, tá ið vit undan steðginum minkaðu um munin. Í steðginum avráddu vit at arbeiða nógv meiri, enn vit gjørdu í fyrra hálvleiki, og tað eydnaðist at fáa spenning í aftur, tá ið Poul Kallsberg skoraði fyri aðru ferð, og støðan var 3-2. Ta løtuna vístu vit góðan hugburð, men tá ið vit so mistu ein mann og kanska ov tíðliga spentu bogan ov høgt, so taptu vit 4-2, og tað mundi vera munurin á liðunum, sigur Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen.
Víkingur – Skála 4-2 (3-1)
1-0: Arnbjørn Svensson 4.
2-0: Olaf Bárðarson 14.
3-0: Martin Klein Joensen 28.
3-1: Poul Kallsberg 33.
3-2: Poul Kallsberg 60.
4-2: Sølvi Vatnhamar 79.
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Noah Mneney, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Arnbjørn Svensson, Sølvi Vatnhamar, Géza David Turi, Olaf Bárðarson – Andreas Lava Olsen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 83.), Martin Klein Joensen
Gult kort: Sølvi Vatnhamar, Ingi Jonhardsson
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Mikal á Reynatrøð, Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Kristian Martin Jakobsen (Djóni Petersen, 85.) – Ari Ó. Ellingsgaard, Pætur Dam Jacobsen – Emil Weihe Joensen, Steinbjørn Olsen, Andreas Egeberg Jacobsen – Poul Kallsberg
Gult kort: Jákup Jakobsen
Reytt kort: Jákup Jakobsen (2 gul) 67.
Venjari: Michael Bjørn Nielsen











