Oddaliðið NSÍ fer seinnapartin av spæla á heimavølli móti GÍ. Miðvallarin Símun Louis Jacobsen er leikbannaður hjá gøtumonnum. Hans Jørgen Djurhuus er skaddur, og tað er greitt, at U-19 landsliðsspælarin Pól Jóhannes Justinussen, sum hevur verið sera málsøkin, ikki verður við í dag. Hann hevur verið í Danmark við U-19 landsliðnum. Ætlanin var, at teir skuldu koma heim aftur í gjárkvøldið, men vánaligu floglíkindini hava havt við sær, at U-19 landsliðið ikki kemur í Vágar fyrrenn tíðliga seinnapartin.
Av somu orsøk eru Øssur Dalbúð og Jann Martin Mortensen ikki við í NSÍ hópinum í dag. Christian Høgni Jacobsen er nýggjur álopsspælari hjá NSÍ, og Christian Lundberg er nýggjur álopsspælari hjá GÍ.










